Innanlands

Kirkjuráðsval í dag

28.053 fólk hava valrætt á kirkjuráðsvalinum sum er í dag. Dyrnar lata upp klokkan tíggju

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-02 06:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kirkjuráðsval er í 23 sóknum í dag. 238 valevni hava bjóðað seg framat, og tey eru flest í Vesturkirkjuni har 14 fólk stilla upp.

Fyrsta februar 2021 vóru 41.644 limir í fólkakirkjuni. Tað er 78,6 prosent av samlaða fólkatalinum. Tilsamans hava 32.331 valrætt.

Á valinum seinast fyri fýra árum síðani vóru 40.325 limir í Fólkakirkjuni og 31.117 høvdu valrætt.

Í mun til seinasta kirkjuráðsval, er ein kirkjusókn, har talið er komið upp um fimm hundrað limir, komin afturat. Tað er Sands kirkjusókn.

22 kirkjusóknir vóru, har valt var við valkorti. Tað vil siga, at kirkjusóknirnar høvdu meira enn 500 kirkjufólk.

Í hesum 22 sóknum vóru 26.670 veljarar og 7.539 teirra, svarandi til at 28,27 prosent, vóru á vali. 215 fólk høvdu stillað upp. 112 kvinnur og 103 menn. Av teimum valdu kirkjuráðslimunum vóru 51 kvinnur og 85 menn. Hægsta valluttøkan var í Gøtu (44,38%) og á Nesi, har (44,29%) valdu. Aðrar kirkjusóknir, ið lógu omanfyri 40% vóru í Klaksvík, Leirvík, Hvalvík og í Sandavági.

Dyrnar lata upp á valstøðunum klokkan 10 fyrrapartin og lata aftur klokkan 20.

Øll valevnini síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder