Innanlands

Kirkjurenning jólaaftan

Sekstanda árið á rað verður skipað fyri kirkjurenning í Suðurstreymoy jólaaftan.

(Mynd: Hvirlan)

(Mynd: Hvirlan)

2019-12-22 17:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er Hvirlan, ið skipar fyri, og byrjað verður á Tórsbreyt kl. 10.00.

Runnið verður í prátitempo og eru tvær rutur.

Kirkjur í Tórshavn – 6 kilometrar
Kirkjur í Tórshavn og Argir – 8,5 kilometrar

Eins og undanfarin ár eru øll hjartaliga vælkomin við – eisini útisetar og tey, ið bara hava hug at renna ein stuttan túr og fáa fríska luft. Flestu árini hava 60 til 80 runnið við, eisini tá veðrið hevur verði ein eyka avbjóðing.

Tiltakið er ókeypis og uttan tilmelding. Hvirlan vil í ár stuðla “Takk” hjá Barnabata, og tí ber til hjá teimum, ið luttaka at lata pening ‘í talvuna’ ella flyta á kontu 9181-166.834.1 og viðmerkja Kirkjurenning. Peningurin fer óskerdur til Barnabata

Hvirlan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder