Innanlands

Kirkjurnar í høvuðsstaðnum skipa fyri uttandura gudstænastum jólaaftan

Havnar kirkja, Vesturkirkja, Hoyvíkar kirkja og Argja kirkja hava uttandura gudstænastu í morgin

(Mynd: Vesturkirkjan)

(Mynd: Vesturkirkjan)

2021-12-23 09:35 Author image
Sverri Egholm

Korona ger at kirkjurnar kring landið ikki hava gudstænastu í morgin jólaaftan eins og vanligt er.

Tí eru fleiri av kirkjunum, sum hava boðað frá, at tey fara at hava útigudstænastu. Fyrr í vikuni boðaðu tey frá í Klaksvík, at útigudstænasta verður á vøllinum við Djúpumýrar jólaaftan klokkan 16 um veðrið loyvir tí.

Fleiri aðrir kirkjur gera nú tað sama. Argja kirkja hevur gudstænastu á AB-vøllinum klokkan 15, Hoyvíkar kirkja hevur sína gudstænastu uttanfyri kirkjuna klokkan 16, Havnar kirkja skipar fyri gudstænastu á Trappuni í Vágsotni frá klokkan 15 til 15:30, og klokkan 17 verður gudstænasta uttanfyri Vesturkirkjuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald