Kistan við Harald kongi av Noregi verður flutt av Ríkissjúkrahúsinum til norsku kongsbrogina í Oslo klokkan 17.30 føroyska tíð, boðar norska kongshúsið frá.
Haakon kongur, Mette-Marit drotning, Ingrid Alexandra krúnprinsessa, Sonja drotning, Sverre Magnus prinsur, og Märtha Louise prinsessa fylgja børuni.
Fyrr í dag varð boðað frá, at norðmenn fáa høvi at síggja Harald kong í opnari kistu komandi dagarnar.
Sambært fleiri miðlum fer kistan at standa á einum palli í slotskapellinum í Oslo. Kongskrúnan, ríkissvørðið og konsstavurin verða eisini løgd á børuna.
Enn er ikki greitt, nær almenningurin fær høvi at síggja kistuna hjá norska konginum. Nærri kunning um hetta kemur á heimasíðuna hjá norska kongshúsinum.
Landasorg er lýst í Noregi fram til jarðarferðina hjá Harald kongi. Nær hon verður, er enn ikki greitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald