Charles kongur, systkin hansara og krúnprinsur William og Harry prinsur eru á veg til Buckingham Palace aftur, og kistan við Elizabeth drotning fer næstu fýra samdøgrini at standa í Westminster Hall.
Hetta er í sonevndum castrum doloris alt samdøgrið, sum merkir at almenningurin sleppa at ganga framvið kistuni og siga farvæl.
Longu nú eru kilometrar langar bíðirøðir at sleppa at síggja kistuna í Westminster.
Ein stutt gudstænasta var í sambandi við, at kistan við Elizabeth drotning fór frá Buckingham Palace til Westminster Hall fyri seinastu ferð.
Drotningin doyði hósdagin, 96 ára gomul, og jarðarferðin verður mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald