Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum hevur góðkent, at Kitty Trúgvadóttir verður sett sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu.
Hetta ger Sunda Kommuna greitt á heimasíðu sínari. Tað var á býráðsfundi í síðsta mánaða, at býráðið samtyki at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum um at seta hana. Síðani varð heita á Barna- og útbúgvingarmálum um at góðkenna setan av Kitty Trúgvadóttir sum leiðara fyri frítíðarundirvísingina.
- Kitty er útbúgvin ergoterapeutur og hevur drúgvar royndir at arbeiða við fólki. Starvið sum leiðari fyri fríðtíðarundirvísingina er parttíðarstarv og Kitty fer at røkja starvið við síðurnar av sínum dagliga yrki sum ergoterapeutur hjá VEKS.
Auðaluppgávan hjá leiðarinum at tryggja, at kvøldskúla tilboðið í kommununi mennist, og at lærugreinirnar eru fjølbroyttar og áhugaverdar fyri bæði kyn og allar aldursbólkar.
Kitty hevur áður verið í starvinum. Sambært Sunda kommunu er nú í gongd við skránna fyri 2024/2025, og verður hon eftir liðug síðst í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald