
KJ víðkar nú um sínar møguleikar at veita tænastur.
Í skrivi í dag boðar stóra maskintekniska fyritøkan frá, at hon hevur keypt fyritøkuna Pomek.
Pomek er staðsett í Klaksvík og hevur góðar umstøður fram við havnalagnum úti á Norðborg, har møguleiki eisini er til at taka smærri skip uppá land og inn í stóra arbeiðshøll.
Somuleiðis hevur Pomek serkunnleika til rustfría framleiðslu, og hetta hóskar væl inn hjá KJ.
- Seinasta stóra verkætlanin hjá Pomek var at seta upp viðførisskipanina í nýggju móttøkuhøllini á flogvøllinum í Vágum. Hjá Pomek starvast í løtuni 24 fólk.
Keypið gevur KJ fleiri møguleikar, staðfestir leiðslan í stuttari viðmerking.
- Hetta er eitt týðandi stig í menningini hjá KJ, og passar væl inn í okkara framtíðar ætlanir við at veita enn betur tænastu til fiski- og alivinnuna
KJ hevur høvuðsdeild á Kambsdali og hevur eisini eina deild í Havn.
Endaliga keypið er treytað av góðkenning frá Kappingarráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald