Innanlands

KJ skal byggja tvær nýggjar tvíkiljur til Bakkafrost

Tvíkiljurnar skulu vera lidnar í heyst og síðst í árinum. Frammanundan hevur KJ framleitt 24 tvíkiljur til alirisan

2019-04-25 22:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

KJ hevur undirskrivað sáttmála við Bakkafrost um at byggja tvær nýggjar tvíkiljur til stóru alifyritøkuna. Talan er um kendu Hydrocat tvíkiljurnar, ið KJ framleiðir og sum síggjast á nógvum firðum kring landið. Við hesum báðum hevur KJ framleitt 54 tvíkiljur síðan 1999.

Nýggju tvíkiljurnar skulu leverast ávikavist í heyst og síðst í árinum. KJ hevur frammanundan framleitt 24 tvíkiljur til Bakkafrost og er størsti veitari av tvíkiljum í Føroyum. Harafturat hevur føroyski veitarin eisini framleitt tvíkiljur til Ísland og Skotland.

Vit fegnast um góða samstarvið, sum vit hava havt við Bakkafrost í fleiri ár, sigur Viggo Johannesen, sølustjóri á KJ. Tætta samstarvið millum okkum sum veitara og føroysku alivinnuna hevur stóran týdning fyri at menna útgerð og tøkni til eina alivinnu í heimsklassa.

Tann fyrra tvíkiljan verður 15,5 metrar long og 7 metrar breið og verður útgjørd við tveimum 400 hk Iveco framdriftsmotorum og einum 50 tons/metur Palfinger krana. Tann seinna tvíkiljan verður 18 metrar long og 8 metrar breið, útgjørd við tveimum 450 hk framdriftsmotorum og einum 65 tons/metur krana.

Tvíkiljurnar verða báðar útgjørdar við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð. Tær verða gjørdar í tøttum samstarvi við Bakkafrost, har dentur er lagdur á eitt gott arbeiðsumhvørvi, og at tvíkiljurnar skulu vera góðar og tryggar at arbeiða við í øllum líkindum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder