Innanlands

Kjakast um burturkast á Reinsarínum

Í sambandi við Umhvørvisvikuna í Tórshavnar kommunu, skipar Umhvørvisstovan fyri kjakfundi

(Savnsmynd: PI Performance)

(Savnsmynd: PI Performance)

2021-05-02 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum partur av Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu verður kjakfundur um burturkast á Reinsarínum mánakvøldið. Tað er Umhvørvisstovan, sum skipar fyri.

"Rudda Føroyar - eisini á sjónum" og "Rottar elskar burturkast" eru evnini, sum verða umrødd.

Á skránni verða framløgur hjá Mariu Gunnleivsdóttir Hansen úr Umhvørvisstovuni, Jóhan Eli Poulsen úr Skipara- og navigatørfelagnum, og Bergmann Finnsson, samskipari fyri Fishing for Litter ætlanina.

Eisini fer Sjúrður Hammer úr Umhvørvisstovuni at greiða frá um rottur, hvussu tær kunnu skaða fuglastovnarnar, hvussu tær liva, og hvussu ein kann tryggja sær, at tær ikki liva ov væl.

Eftir framløgurnar og orðaskiftið verður livandi tónleikur við Jasmin.

Tiltakið byrjar klokkan 19. Meira kunning fæst her. Skráin fyri Umhvørvisvikuna sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder