Í dag kemur amerikanski kavbáturin USS Albany til Føroya. Talan er um ein kjarnorkuriknan kavbát, sum eisini var í Nólsoyarfirði fyrr í ár. Lagt verður at bryggju á Oyrareingjum nakað eftir middag og USS Albany fer avstað aftur mikudagin.
USS Albany hevur diplomatiskt loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn. Í loyvinum hevur Uttanríkis- og vinnumálaráðið sett serligar treytir í sambandi við, at talan er um eitt kjarnorkurikið far. Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingaratlit tikin í sambandi við vitjanina.
Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi og liggur á Kollafirði undir vitjanini.
Innanlands
Kjarnorkurikin kavbátur til Føroya í dag
Sami kavbátur var í Nólsoyarfirði fyrr í ár
USS Albany var í Nólsoyarfirði síðst í apríl. Nú kemur kavbáturin aftur (Mynd: Birgir Kruse)
2024-07-12 08:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald