Herfyri var ein rúgva av ognum hjá bretsku songkvinnuni Amy Winehouse seldar á uppboðssølu hjá auktiónshúsinum Julien's í USA, og ognirnar vórðu seldir fyri tilsamans 4,1 milliónir dollarar, ið svarar til 26,5 milliónir krónur.
Áðrenn uppboðssøluna varð annars mett, at sølan bert fór at geva uml. tveir milliónir dollarar, ið er nærum 13 milliónir í okkara krónum.
Fleiri enn 800 lutir vórðu seldir, skrivar Sky News. Størsta sølan var kjólin, sum songkvinnan var í á seinastu konsert hennara, í Serbia, áðrenn hon andaðist á sumri 2011, 27 ára gomul. Kjólin varð seldur fyri 243.000 dollarar, ið svarar til 1,57 milliónir krónur.
Næstdýrasti luturin gjørdist ein hjartaformað taska, sum Amy Winehouse hevði við sær til Brit Awards í 2007. Hon varð seld fyri 204.800 dollarar, ið svarar til uml. 1,3 milliónir krónur. Sambært Ritzau er tað tvífalt so nógv, sum auktiónshúsið hevði roknað við, at taskan fór at verða seld fyri.
Fleiri enn 800 lutir vórðu seldir á uppboðssøluni (Mynd: EPA)
Á uppboðssøluni vóru eisini onnur klæðir, gamlar tekningar, sum Amy Winehouse hevði teknað, og bøkur.
Amy Winehouse andaðist í juli 2011. Hon varð funnin deyð orsakað av alkoholeitran. Kanningar av líki hennara vístu, at hon hevði drukkið nógv eftir, at hon annars hevði hildið sær frá rúsdrekka í longri tíð.
Alt, sum kom inn frá uppboðssøluni, fer óskert ein grunn, sum foreldur hennara hava stovnað til minnis um hana. Grunnurin hevur til endamáls at hjálpa ungum, sum stríðast við misnýtslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald