Innanlands

Kjøt og kaffi dýrkað mest

Hesir vørubólkar eru hækkaðir við næstan 10 prosentum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-03-25 09:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kjøtvørur og kaffi og kakao eru tær vørur, sum eru dýrkaðar mest hetta seinasta árið.

Tað vísa nýggjastu prístalshagtølini hjá Hagstovuni.

Báðir hesir vørubólkar eru hækkaðir 9,4 prosent í mun til fyri einum ári síðani.

Av kjøtvørum er tað lambskjøt, sum er dýrkað mest, men svínakjøtið er eisini dýrkað. Hinvegin er prísurin á flogfenaði lækkaður nakað seinasta árið. Prísirnir á smøri eru somuleiðis hækkaðir – vøksturin er góð tíggju prosent. Mjólk, ostur og egg er dýrkað 3,3 prosent, skrivar Hagstovan.

Eisini hava søtu mat- og drykkjuvørurnar havt prísvøkstur seinasta árið.

Sjokuláta og góðgæti er meir enn fýra prosent dýrari nú enn í februar í 2024. Kaffi er dýrkað næstan ellivu prosent.

Einasti matvørubólkur, sum er vorðin bíligari hetta seinasta árið, er fiskur, sum er lækkaður 0,3 prosent.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder