Mentan

Klæðir úr "Grease" seld fyri 2,7 mió. krónur

Olivia Newton-John hevur selt nógvar av sínum ognum á uppboðssølu fyri at savna pengar inn til frama fyri krabbameinsgransking og viðgerð

Olivia Newton-John og John Travolta (Mynd: Grease)

Olivia Newton-John og John Travolta (Mynd: Grease)

2019-11-03 11:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey, ið hava sæð filmin "Grease" minnast sikkurt endan av filminum, og hvussu bilsin Danny (John Travolta) var, tá hann sá, at Sandy (Olivia Newton-John) hevði broytt stíl.

Klædnasettið, sum Olivia Newton-John var í fyri meira enn 40 árum síðani, er júst selt á uppboðssølu fyri 405.700 dollarar (gott 2,7 mió. krónur) í auktiónshúsinum Julien's Auctions, skrivar TV2.

Tað er Olivia Newton-John sjálv, sum hevur tikið stig til uppboðssøluna, sum hevði til endamáls at savna pening inn til ein granskingar- og viðgerðarstovn fyri krabbameinssjúklingar, sum hon eisini sjálv hevur sett á stovn.

Umframt leðurjakkin og buksurnar, sum hon var í í endanum av "Grease", vórðu eisini 500 aðrar persónligar ognir hjá sjónleikarinnuni seldar á uppboðssøluni.

Eitt nú varð ein signerað "Grease"-plakat seld fyri 64.000 dollarar (428.257 krónur), og gallakjólin, sum Olivia Newton-John var í í sambandi við frumsýningina av filminum í Los Angeles í 1978, varð seldur fyri 18.750 dollarar (gott 125.000 krónur).

[object Object]Mynd: Scanpix

Ein "Pink Ladies"-jakki, sum í "Grease"-heiminum verður borin av gentum í bólkinum av sama navni, varð eisini seldur fyri 50.000 dollarar (uml. 334.500 krónur).

Tilsamans gav uppboðssølan 2,4 mió. dollarar – meira enn 16 mió. krónur.

Olivia Newton-John hevur sjálv stríðst við bróstkrabba fleiri ferðir. Fyrstu ferð var í 1992, aðru ferð var í 2013, og í 2017 fekk hon aftur staðfest bróstkrabba. Tað var eftir hon hevði havt sín fyrsta bardaga við krabbamein, at hon setti á stovn "The Olivia Newton-John Cancer Wellness & Research Centre" í Avstralia.

Allur peningurin frá søluni av "Grease"-jakkanum og buksunum hjá Olivia Newton-John umframt ein partur av peninginum, sum kom inn frá søluni av hinum ognunum, fer til stovnin hjá Olivia Newton-John.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder