
Síðan hósdagin hevur verið krav, at matstovur og skeinkistøð skulu lata aftur í seinasta lagi klokkan 22 fyri at forða fyri, at covid-19 skal spreiða seg meira í Føroyum. Hetta verður galdandi til 3. januar, og broytta støðan merkist týðiliga í náttarlívinum, sigur løgreglan.
Løgreglan hevur ikki sæð nógv lív í býnum, tí fólk eru farin at ballast heima við hús í staðin.
Í hesum sambandi eru fleiri klagur um ófrið í grannaløgum komnar inn í nátt, tí onkur hevur spælt ov harðan tónleik. Løgreglan hevur síðani koyrt út til fólk fyri at biðja tey um at dempa tónleikin.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at klagurnar komu úr Havn, úr Eysturoynni og aðrastaðni í Streymoynni.
– Tær hava verið heilt fáar í tali – undir fimm, leggur vaktleiðarin afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald