Innanlands

Klaksvík: Dagstovnaøkið hart rakt av korona

Fjórða hvørt starvsfólk hevur verið smittað síðani tollaksmessudag – neyðugt við tillagingum í barnaansingini

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-01-12 16:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Klaksvíkar kommunu er dagstovnaøkið rættiliga hart rakt av koronustøðuni, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.

Undan jólum byrjaði omikron-frábrigdið av álvara at gera um seg í lokalsamfelagnum, og síðan tá er gongdin í hesi smittuni broytt munandi.

- Tey góðu tíðindini eru, at flestu fólk ikki tykjast at gerast eins sjúk av nýggja frábrigdinum. Hinvegin smittar omikron munandi verri, og tí er talið av smittaðum longu stórt, og tað er hetta, sum nú ávirkar dagstovnaøkið, skrivar klalsvik.fo.

Avleiðingarnar eru, at tað í løtuni mangla starvsfólk á dagstovnaøkinum, og tí er eisini neyðugt at gera tillagingar av virkseminum.

- Av hesi orsøk mugu onkrir stovnar skerja upplatingartíðina, antin hjá øllum stovninum ella í einstøkum stovum. Í øðrum førum verða stovur ella stovnar stongdir í eitt ávíst dagatal. Hetta er als ikki nøkur ynskilig støða, og vit ynskja og vóna, øll at koma úr henni skjótast gjørligt, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Foreldur og avvarandi fáa boð beinleiðs frá avvarandi stovni um, hvussu hetta ávirkar stovuna og/ella stovnin, har barn teirra gongur.

Síðan tollaksmessudag hevur fjórða hvørt starvsfólk á dagstovnaøkinum hjá Klaksvíkar kommunu verið smittað. Talið á børnum, ið hava havt korona, er væl lægri, skrivar heimasíðan hjá kommununi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder