
Fyrradagin varð skipað fyri talgildum fundi millum umboð úr Klaksvíkar kommunu og Skt. Pætursborg (Puschkin). Evnið á fundinum var serliga ungdómsmentan.
Tað var í fjør, at Klaksvíkar kommuna undirskrivaði vinarbýarsáttmála við Skt. Pætursborg. Skt. Pætursborg er ein kendur mentanarbýur, og tí er upplagt, at ein av fyrstu fundunum millum býirnar báðar, hevði mentanina í miðdeplinum, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Við á fundinum vóru trý umboð úr Klaksvík og trý umboð úr Russlandi.
Dávur Winter, mentanarleiðari, hevði eina framløgu um Klaksvík og mentanarlívið har, Leivur Vitals, varaskúlastjóri, greiddi frá um nýggja skúlan, og Beinta Gregersen, leiðari fyri ungdómshúsið, greiddi frá tilboðunum til ungdómin í býnum.
Russisku umboðini høvdu eisini framløgur, har dentur serliga varð lagdur á mentan við fokus á krígshetjur, og hvussu tær blíva fagnaðar, nú yvir 75 ár eru liðin síðan 2. heimsbardaga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald