
Á býráðsfundi í Klaksvík í gjárkvøldið varð bygging og íverksetan av einum spælilandi í Klaksvík endaliga samtykt. Hetta skrivar býráðslimurin Kristian Eli Zachariassen á sínari Faceobook-síðu.
Býráðslimurin skrivar, at tilgongdin hevur verið long, og at dentur hevur verið lagdur á, at talan verður um eitt so inkluderandi spæliland sum gjørligt - millum annað við fokus á, at rørðslutarnað fáa góðar atkomumøguleikar til hølini og partar av leikunum í spælilandinum.
Norðlýsið skrivar, at spælilandið verður staðsett sunnanfyri Svimjihøllina, og at støddin verður gott 1.000 fermetrar.
Byrjað verður at byggja, eftir at Bláa Skýlið, ið er skamt harfrá, er liðugt. Tað verður eftir ætlan tíðliga í summar. Ætlanin er, at í seinnu helvt av 2021 stendur spælilandið til reiðar. Tað er tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald