Innanlands

Klaksvík fær nú drekkivatn frá Kunoyar kommunu

Um vikuskiftið bleiv nýggj pumpuskipan tikin í nýtslu, sum tryggjar drekkivatn til Klaksvíkar

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2021-02-08 17:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nógvi kuldin seinastu vikurnar hevur havt við sær, at nógv frostbinding hevur verið í fjøllunum seinastu tíðina. Tað hevur havt við sær, at nógv minni vatn enn vanligt hevur runnið til vatnverkið við Ánagjógv.

Um vikuskiftið bleiv nýggj pumpuskipan tikin í nýtslu, sum tryggjar drekkivatn til Klaksvíkar. Borgarstjórin, Karl Johansen og formaður í teknisku nevnd, Oddmar á Lakjuni, vóru saman við Jóhan Við neyst, tá skipanin varð tendrað.

Arbeiðið, at tryggja meiri vatn, hevur verið í gongd í longri tíð, men nú frostið hevur ligið í longri tíð, varð avgerð tikin um at skunda undir liðugtgerð av pumpuleiðingini, sum liggur frá Hjarðadali á Kunoynni og niðan til vatnverkið við Ánagjógv.

Arbeiðið varð liðugt sunnumorgunin, og rávatn verður nú pumpað úr Hjarðadali á Kunoynni, umvegis eina pumpustøð á smoltstøðini hjá Bakkafrosti, niðan til vatnverkið við Ánagjógv, sum veitir reinsað vatn til Klaksvíkar.

Tað var í sambandi við arbeiðið at veita vatn til smoltstøðina hjá Bakkafrosti, at kommunan tók stig til gera eina rørleiðing frá smoltstøðini og til vatnverkið við Ánagjógv. Verkætlanin er partur av tilbúgvingini at tryggja vatnveitingina til borgarar, virkir og stovnar í Klaksvíkar kommunu.

Pumpustøðin veitir í løtuni umleið 68 kubikk av vatni um tíman. Kostnaðurin fyri hendan partin av verkætlanini hevur kostað 3,5 mió. kr.

– Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder