
Í Klaksvík ávirkar Koronastøðan framvegis stovnarnar á trivnaðarøkinum, og halda flestu tiltøkini tí fram í komandi viku, boðar kommunan frá á heimasíðuni.
Frítíðarskúlin Snjallabjalla letur tó uppaftur, men neyðugt er við tilmelding.
Skúlatrøð verður stongdur í komandi viku. Næmingar í grunddeildini fáa heimasetning, og restin av næmingunum fáa fjarundirvísing. Skúlin fer tó at hava opið í neyðugum vavi fyri børn í 1., 2. og 3. flokki, har eingin ansing er møgulig.
Dagstovnarnir Barnahúsið Margit og Fjallafípan lata uppaftur, sum ætlað, mikudagin i komandi viku, eftir eina viku afturlatnir. Hinir dagstovnarnir halda fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera, skrivar kommunan.
Dagrøktin heldur eisini fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera. Tó hevur spælistovan framhaldandi stongt.
Húsið verður eisini verandi stongt í komandi viku, og undirvísingin á Tónlistaskúlanum heldur fram umvegis netið, har tað ber til, og onnur undirvísing er avlýst.
Tilboðini og tænasturnar hjá Bú- og heimatænastuni hava eisini verið ávirkaði av koronu seinstu vikurnar, og kommunan boðaði í farnu viku frá, at átøkini á hesum økinum verða eftirmett mánadagin 8. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald