Innanlands

Klaksvík: Hjartastartarin við svimjihøllina horvin

Tað kann enda galið, um onkur fær brúk fyri hjartastartara, og hann ikki er har, sum hann eigur at vera, og er hetta tí sera álvarsamt, sigur løgreglan

(Savnsmynd: KVF)

(Savnsmynd: KVF)

2021-05-02 12:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at tann hjartastartarin, sum plagar at hanga á svimjihøllini í Klaksvík var horvin, og løgreglan hevur tí kannað málið nærri.

Løgreglan veit ikki, um tað er onkur, sum hevur stolið hjartastartaran, men um so er, er tað sera álvarsamt, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

– Um onkur brádliga fær brúk fyri hjartastartaranum, og hann ikki er har, sum hann eigur at vera, kann tað enda heilt galið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder