Innanlands

Klaksvík: Nøkur hava valt í bilinum

Kavin órógvar nakað uttanfyri KÍ-høllina, og valluttøkan hevur higartil ikki verið eins stór sum somu tíð í 2019

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-08 12:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin leygardagin 31. august 2019 var tað stilt og turt kring landið, og fyrstu tímarnar, ið valhølini høvdu opið, vóru nógvir veljarar.

Hetta var millum annað galdandi á næststørsta valstaðnum í landinum, í KÍ-høllini í Klaksvík. Tá høvdu 481 fólk, ið svarar til 12,8 prosent av teimum, sum tá høvdu valrætt, verið og sett krossin áðrenn middag.

Beint eftir klokkan 12 fingu vit upplýst frá Eydnu Klakstein Thomsen, valstýrisforkvinnu í Klaksvík, at 436 fólk høvdu verið á vali fyrstu tveir tímarnir í dag. Hetta svarar til 11,5 prosent av teimum 3.806, sum í dag hava valrætt. Umframt hetta eru 47, sum eru lesandi uttanlands, ið hava havt møguleika at greiða atkvøðu til hetta valstaðið.

Tað at tað nú er gerandisdagur og verri veður hevur ávirkað vallutøkuna. Eydna Klakstein Thomsen sigur við Portalin, at tí at atkomuviðurskiftini ikki hava verið tey bestu vegna kava og hálku, so hava nøkur ið eru illa gongd fingið møguleikan at valt í bilinum. Í teimum førinum eru tvey frá valsstýrinum farið út at hyggja eftir valkortinum og við einum atkvøðuseðli.

Neyðugt hevur verið hjá kommununi at koma at grava aftur við høllina, tí rímiliga nógvur kavi er her norðanfyri.

Tað eru tjúgu fólk, ið eru til arbeiðis í KÍ-høllini í dag – helmingurin av teimum er nú til døgurða, har ræst kjøt er á matskránni. Valstýrisforkvinnan sigur við Portalin, at tað er ilt at siga, júst nær tað verður liðugt at telja upp í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder