Innanlands

Klaksvíkar býráð samtykt 2. og 3. byggistig á Fossum

Samlaða verkætlanin á Fossum, sum fevnir um 89 grundstykkir, harav 43 stykkir til sethús og 46 til raðhús, umframt eina stóra grund til ein møguligan barnagarð, stendur eftir ætlan liðug við árslok 2023

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-06-26 12:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á býráðsfundinum fyrradagin samtykti býráðið í Klaksvík at halda fram við útstykkingini á Fossum. Avtala er gjørd við RTS contractors, sum eisini er arbeiðstakari í samband við 1. byggistig, um at haldast skal fram við 2. og 3. byggistig, tá núverandi arbeiðstøka er liðug.

Spakin varð settur í í juni 2020 og verða grundøkini eftir ætlan latin eigarunum í apríl 2022.

Samlaða verkætlanin á Fossum, sum fevnir um 89 grundstykkir, harav 43 stykkir til sethús og 46 til raðhús, umframt eina stóra grund til ein møguligan barnagarð, stendur eftir ætlan liðug við árslok 2023.

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fegnast um, at hildið verður fram við útstykkingini á Fossum, ið er tann størsta vakstrarfremjandi verkætlanin hjá kommununi, og sum fer at skapa framtíðar vøkstur og framburð í kommununi.

- Skulu vit hava eitt grundarlag fyri at økja um íbúgvaratalið í kommununi, so er henda íløgan alneyðug, sigur Karl Johansen sambært heimasíðuni hjá kommununi.

Fyrisitingin í kommununi hevur somuleiðis mett tað vera skynsamt at fremja 2. og 3. byggistig samanhangandi við 1. byggistig, soleiðis at sleppast kann undan nýggjari útbjóðing, ið helst hevði merkt eina seinking og dýrkan av samlaðu útstykkingarverkætlanini.

Kostnaðurin fyri samlaðu arbeiðstøkuna (byggistig 1, 2 og 3) er mett til uml. 53 mio. krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder