Innanlands

Klaksvíkar býráð samtykt lántøku og fíggjarkarm fyri 2022

Á býráðsfundi hósdagin samtykti býráðið einmælt tilmælið frá fíggjarnevndini um fíggjarkarm fyri 2022 um at áseta inntøkurnar at vera á sama stigi sum í ár. Eisini varð samtykt at geva umsitingini heimild at taka lán á 15 mió. til fígging av virkseminum í 2021

2021-09-24 15:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klaksvíkar býráð viðgjørdi hósdagin 23. september yvirskipaða fíggjarkarmin fyri komandi ár og lántøku.

Í uppskotinum frá umsitingini um fíggjarkarm, sum tekur støði í metingum frá Fíggjarmálaráðnum og Taks, eru inntøkurnar komandi ár settar til 298,7 mió.kr. Harav er raksturin mettur til 237,6 mió.kr., sum er 8,6 mió.kr. hægri enn metta nýtslan í 2021. Vøksturin í rakstrinum hjá kommununi hevur seinastu árini annars ligið á 3,8 %. Í 2018 var raksturin 198,9 mió.kr., og í 2021 er hann mettur til 229 mió. kr.

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið samtykti býráðið einmælt tilmælið frá fíggjarnevndini um fíggjarkarm fyri 2022. Fíggjarnevndin mælti til at áseta inntøkurnar at vera á sama stigi sum í ár. Inntøkurnar fyri 2022 eru sostatt settar at vera 305 mió kr., og rakstrarútreiðslurnar 238 mió kr. Avlopið frá rakstrinum er sostatt 67 mió. kr. Avlopið áðrenn íløgur og avdráttir 60 mió. kr.

Lántøka

Á fundinum viðgjørdi býráðið, hvørt Klaksvíkar kommuna skal hækka bankaskuldina við 15 mió. kr. Samtykt varð, at umsitingin fær heimild til at taka lán upp á 15 mió.kr. til fígging av virkseminum í 2021. Við hesum verður bankaskuldin 285 mió. kr.

Nýggjasta metingin fyri 2021 er, at úrslitið eftir íløgur verður -82,5 mió.kr. Tað merkir, at kommunan skal taka lán upp á 82,5 mió.kr. til fígging av virkseminum í 2021. Av hesum hevur kommunan tikið 70 mió. í láni fyrr í ár, og biðið verður nú um heimild at taka tað, sum restar í fyri at tryggja, at tær ætlaðu verkætlanirnar verða framdar. Fæst fíggingin uppá pláss, verða íløgurnar í 2021 mettar at vera tils. 145 mió. kr.

Umsitingin hevur mælt til at útvega ein kassakredit á minst 20 mió kr. fyri at tryggja gjaldførið hjá kommununi framyvir. Ein meiriluti í býráðnum samtykti at veita umsitingini heimild til at taka ein kassakredit á 30 mió. kr. Hesar 30 mió. kr eru einans ætlaðar til gjaldførið og ávirka tí bert nettoskuldina í tann mun, at kassakreditturin verður brúktur.

Við hækkingini á 15 mió. + 30 mió. verður samlaða bankaskuldin hjá kommununi 315 mió.kr., og nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu verður tí líka oman fyri álíkningina. Orøskin til hækkandi nettoskuld er, at roknskapirnir frá 2018 til 2021 vísa tilsamans eitt hall á 180 mió.kr.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder