Á býráðsfundi í gjárkvøldið, samtykti býráðið í Klaksvík vinarbýarsamstarv við Skt. Pætursborg.
Í hesum sambandi var borgarstjórin eisini á fundi við russiska sendimanninum í Danmark fyrr í mánaðinum.
Sendimaður Ruslands upplýsti, at teir sóu stórar møguleikar í einum góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu og gleddu seg til at formalisera vinarbýaravtaluna. Eisini nevndi hann góða sambandið teir hava havt gjøgnum russiska konsulin í Føroyum, Árna Dam, ið hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at knýta bond landanna millum.
Endamálið við vinarbýaravtaluni er, at býirnir knýta tættari vinarbond, so bæði vinnu-, ítróttar-, og mentanarlív kunnu njóta gott av hvørjum øðrum, skrivar Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.
- Hetta er serliga hugsað sum eitt samband til ein av størstu marknaðunum hjá fleiri av teimum vinnlívsfyritøkunum, sum vit hava í kommununi. Hetta kann lata upp fyri nýggjum møguleikum og kann eisini gera tað lættari at samskifta við myndugleikar, tá ið møguleikar stinga seg upp, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
- Vit umrøddu eisini at skipa fyri einari vinnulívsferð til Skt. Pætursborg, har møguleiki eisini kann vera fyri at knýta nýggj bond millum vinnufyritøkur. Eisini er Skt. Pætursborg kendur fyri at vera ein mentanarbýur, og tí er upplagt at vit eisini troyta møguleikarnar við at samstarva um ymiskt, sum kann gagna mentanarlívinum í býnum báðum, sigur Jógvan Skorheim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald