Innanlands

Klaksvíkar Hermetik verður nú dagført

Sáttmáli varð í gjár undirskrivaður við Malltek Byggivirkið um dagføring av Klaksvíkar Hermetik, vanliga róptur Bollafabrikkin – Bygningurin verður settur í uppruna stand og snið

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-07-03 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð sáttmáli undirskrivaður við Malltek Byggivirkið um dagføring av Klaksvíkar Hermetik, vanliga róptur Bollafabrikkin.

Arbeiðið, sum nú fer í gongd, er at skifta tak, klædning, vindeygu og hurðar, og harvið verður bygningurin settur í uppruna stand og snið, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Bygningurin, sum er bygdur í fleiri stigum, har elsti parturin varð bygdur í 1930unum, er á varðveitingarlistanum hjá kommununi.

Kostnaðurin fyri arbeiðið, sum eftir ætlan skal verða liðugt síðst í november, er beint undir tríggjar mió. krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder