Innanlands

Klaksvíkar HF-skeið fimmti

Verður hátíðarhildi við almennari kvøldsetu í annaðkvøld 

HF-skeiðið hevur hildið til í ymiskum bygningum í Klaksvík

HF-skeiðið hevur hildið til í ymiskum bygningum í Klaksvík

2024-10-08 08:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár eru fimmti ár síðan Klaksvíkar HF-skeið varð sett á stovn. Síðan 1974 hevur skúlin verið eitt týðandi útbúgvingartilboð í norðurøkinum.

 Í annaðkvøld, mikukvøldið 9. oktober, kl. 19 verður í hesum sambandi bjóðað til almenna kvøldsetu á Klaksvíkar HF-skeið á Mýruvegi 2.

Á skránni verður sangur, prát við lærarar og fyrrverandi næming. Eisini fer Jóannes Hansen, lektari og lærari á skúlanum í nógv ár at halda ein fyrilestur um HF.

Orðið verður frítt og okkurt verður til matna. 

HF-skeiðið hevur fingið gamlar næmingar til at fortelja um teirra upplivingar á skúlanum. Millum teirra, ið hava givið sítt íkast eru Erik Biskupstø, festivalfyriskipari, Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri, Jákup Mikkelsen, vinnulívsmaður og fyrrv. løgtingspolitikari og Páll Sólstein, tónleikari. Frásagnirnar kunnu síggjast á Facebookvanganum hjá Klaksvíkar HF-skeiði.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder