Í dag, 5. mai, eru 70 ár liðin síðan Klaksvíkar Hornorkestur varð stovnað. Fyrstu árini æt orkestrið Klaksvíkar Hornblástrarfelag.
Andras Sólstein, fyrsti kornettleikari ella prinsipalur í orkestrinum hevur drúgva grein í Norðlýsinum í dag, har søgan hjá orkestrinum verður løgd fram:
Fyrsti formaður í Klaksvíkar Hornorkestri var Hans David Petersen, og fyrsti musikkstjóri var Sámal Petersen. Aðrir formenn felagsins hava verið Poul N. Kjølbro, Eli Nolsøe, Daniel E. Petersen, Sámal Christiansen, Otto Samuelsen, Leivur Ellingsgaard, Eiler Rasmussen, Ásmundur úr Hvalvík, Eiler Samuelsen, Magnus Mikkelsen, Magnus Arge, Jógvan Brim, Andras Sólstein, Heri Ellingsgaard, Birgir Svøðstein og Petur Eliasen.
Ein teirra, ið ávirkaði Klaksvíkar Hornorkestur nógv, var Norman Edwards, sum stjórnaði orkestrinum 1965 til 1968. Hann skal hava sagt frá, at hann einaferð sá tær føroysku oyggjarnar sum tokuflókar langt burturi gjøgnum kikara. Tað var undir seinna heimsbardaga, tá teir jagstraðu týska krígsskipið Bismark í Norðuratlantshavi. Annars hevði hann ikki hugsað nógv um hesar oyggjar, fyrr enn hann – heilsubrekaður av krígsávum – frætti um leyst starv sum musikkstjóri hjá Klaksvíkar Hornorkestri. Hann útsetti nógv føroysk løg til hornorkestur, eins og hann komponeraði fleiri stykkir til orkestrið. Her kann nevnast Borðoyar Reveries (Dreymur um Borðoynna), Vøgguvísa, Klaksvíkar Marsjurin og KÍ- marsjin.
Aðrir, ið hava havt týdning, eru eitt nú Geoff Richards. Tá orkestrið meldaði seg til at luttaka í evropeiskari kapping fyri hornorkestur, sum var í Luxemborg í 1994, setti orkestrið seg í samband við Geoff Richards og heitti á hann um at hjálpa við fyrireikingunum saman við tí unga dirigentinum, Fionu Parker, sum í dag er komin aftur sum dirigentur hjá orkestrinum.
Ætlanin var at hátíðarhalda 70 ára dagin hjá Klaksvíkar Hornorkestri leygardagin 2. mai við konsert og veitslu, men føðingardagurin er fyribils útsettur til einaferð í heyst, um umstøðurnar eru broyttar til ta tíð.
Klaksvíkar hornorkestur er í dag mannað við 25 fólkum, harumframt eru spælarar, ið hava eitt leysari tilknýti til orkestri, tað eru sjómenn, sum eru heima og í millum túrar trúfast møta upp, eins og aðrir, ið av arbeiðsávum ikki hava møguleika at møta regluliga upp.
Musikkleiðarar í 2020 eru bretsku hjúnini Fiona Parker og Daniel Rye. Nevndin er mannað við Peturi Eliasen formanni, Peturi Simonsen og Hanusi Kjølbro.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald