Innanlands

Klaksvíkar kommuna 18,8 milliónir í halli

Orsøkin er at nógvar átrokandi og týdningamiklar verktlanir eru í ger, sigur kommunan

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2021-11-19 09:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Klaksvíkar býráð fíggjarætlanina fyri 2022

Samtyktin av fíggjarætlanin merkir, at kommunan komandi ár fær eitt hall á 18,8 mió. kr.

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu er komandi ár mettar til 310 mió. Av teimum 310 mió. eru 111,5 mió. kr. settar av til íløgur. Býráðið samtykti somuleiðis, at skattaprosentið og barnafrádrátturin, sum í dag er ávíkavist 20,75% og 5.500 kr., skal vera óbroytt í 2022.

- Orsøkin til hallið er, at nógvar átrokandi og týdningarmiklar verkætlanir eru í ger. Hesar íløgurnar hevur býráðið avgjørt skulu halda áfram og fáast lidnar, soleiðis, at tær kunnu koma borgarunum í kommuni til gagns, sigur Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Á fundinum í gjár tók býráðið somuleiðis undir við, at arbeiðast skal víðari við at finna eina felags grøna orkuloysn á Fossum. Samtyktin merkir, at umsitingin fer at arbeiða víðari við, hvør besta orkuloysnin á Foassum skal vera.

Umsitingin hevur saman við SMJ millum annað arbeitt við og samanborið eina loysn við jarðhita og sjóhita. Hetta arbeiðið heldur nú fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder