
Arbeiðið við at gera útgrevsturin til nýggja dagstovnin í Klaksvík varð boðið út, og tað var Norðhús, ið fekk arbeiðið.
Nýggi dagstovnurin verður staðsettur í vaksandi býlinginum á Helnabrekku við endan av vegnum Oman Valrætt.
Í løtuni fyrireikar arkitektafyritøkan Fuglark bygningin, sum verður til 90 børn, og er ein liður í arbeiðnum at nútímansgera og framtíðartryggja dagstovnaøkið í Klaksvíkar kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Í 2017 samtykti Klaksvíkar býráð at gera eina byggiskrá, og til hetta bleiv ein byggiskrásbólkur settur, mannaður av ymiskum fakfólkum. Burturúr tí kom ein byggiskrá, sum inniheldur alt tað, sum er týdningarmikið fyri, at bygt kann vera ein stovnur, sum er mennandi, tryggur, spennandi og tíðarhóskandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald