Innanlands

Klaksvíkar kommuna fingið góðkenning til útfylling í Norðhavnini

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommunu at víðka verandi havnarlag í Norðhavnini í Ánunum norðureftir

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-03-05 16:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umhvørvisstovan hevur góðkent, at Klaksvíkar kommuna kann gera útfylling á sjógv í Norðhavnini í Ánunum.

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um ætlanina hjá Klaksvíkar kommunu at víðka verandi havnarlag norðureftir, skrivar Umhvørvisstovan.

Nýggja útfyllingin verður 85 metrar breið 274 metrar long. Útfyllingin verður uttan bryggjukant, og fer at hava eina nýtsluvídd upp á 26.500 m2. Ætlanin er, at økið skal brúkast á sama hátt sum verandi havnarlag so sum fiskivinnuvirksemi, vanligt vinnuvirksemi og skipasmiðjuvirksemi.

Grótið stavar frá arbeiðinum at gera tunlarnar norður um fjall. Kommunan ætlar at leggja flot við neti út fyri at forða fyri at spreingileidningar spjaðast á sjónum. Ein búlendislýsing av økinum er gjørd av Biofar. Niðurstøðan er, at eingi av búlendunum verða mett at vera sjáldsom.

Í málsviðgerðini er dentur lagdur á, at umhvørvið verður ávirkað minst møguligt, eitt nú útlátið av plasti og øðrum dálkandi evnum og at ampar av óljóði og ristingum verður avmarkað so nógv sum gjørligt, skrivar Umhvørvisstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder