Mentan

Klaksvíkar kommuna heiðraði listamanninum

Archibald Black varð í vikuskiftinum heiðraður við Listavirðisløn Nólsoyar Páls

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-02-04 20:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fjøllistamaðurin Archibald Black varð í vikuskiftinum heiðraður við Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Spinnaríið var nærum fullsett, tá Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handaði heiðursgávuna, ið var upp á 75.000 krónur, sum Klaksvíkar kommuna saman við vinnulívinum letur.

Tað varð ein spennandi skrá hetta kvøldið, har ið m.a. Hamradun spældi nøkur løg, umframt at ein samansettur bólkur, við Mikkjal Hvannastein á odda, tulkaði 70’ ára rockbólkin Pink Floyd. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Signhild Johannesen, forkvinna í mentarnarnevndini, fluttu fram røður og eftir tað var ein filmur vístur, har ymisk fólk, ið standa kenda listamanninum nær, søgdu sína hugsan, um hví Archibal var rætti móttakarin av listavirðislønini.

Les røðuna hjá Jógvani Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder