
Brúkarar av havnarløgunum hava í longri tíð havt eitt ynski um, at smærri kranar verða settir upp, soleiðis at tað gerst lættari at fáa fisk á land. Tað eru serliga smærri útróðrarbátarnir, ið hava sett ynski fram.
Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at eftir ætlan verða kranarnir settir upp í samráð við teir brúkarar, ið eru á Stongunum, á vestara havnalagi, bátahylinum í Borðoyarvík og í bátahylinum í Árnafirði. Kranarnir kunnu lyfta 500 kilo úti á 5 metrum.
Talan er um eina loysn, sum eisini verður brúkt aðrastaðni í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald