Innanlands

Klaksvíkar kommuna: Lata nú einans endurgjald fyri óútgrivin grundstykkir

Klaksvíkar kommuna fær javnan fyrispurningar um víðarisølu og innlating av útgrivnum kommunalum grundstykkjum, og hevur nú orðað eina reglugerð, sum leggur ein nýggjan leist viðvíkjandi sølu og innlating av hesum

2022-10-19 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkar kommuna fær javnan fyrispurningar um víðarisølu og innlating av útgrivnum kommunalum grundstykkjum, og av hesi orsøk hevur kommunan orðað eina reglugerð, sum leggur ein nýggjan leist viðvíkjandi sølu og innlating av útgrivnum grundstykkjum.

Nýggja reglugerðin merkir, at einans óútgrivin grundstykkir kunnu verða tikin inn og endurgjald latið. Er arbeiði framt á grundstykkinum, verður víst til reglugerð fyri víðarisølu av kommunalum grundstykkjum framyvir, skrivar klaksvik.fo, ið tó vísur á møgulig undantøk

- Í ávísum føri kann kommunan taka útgrivin grundstykkir inn aftur, men einans um kommunan hevur eina ítøkiliga ætlan við einum útgrivnum grundstykki, sum tað verður lýst í reglugerðini.

Klaksvíkar býráð samtykti hesa nýggju reglugerð  fyri víðarisølu av útgrivnum kommunalum gundstykkjum á síðsta býráðsfundi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder