
Seinastu vikurnar hava tilboðini á trivnaðarøkinum í Klaksvíkar kommunu verið avmarkaði orsakað av koronustøðuni, men kommunan boðar nú frá, at latið verður upp fyri øllum tilboðum í komandi viku.
– Í samráð við heilsufakligu ráðgevingina er støða tikin til, at latið verður upp fyri øllum tilboðum á trivnaðarøkinum frá hósdegnum 25. november, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Frá hósdegnum í næstu viku hava bæði dagstovnar og kommunala dagrøktin, og spælistovan opið. Frítíðarskúlin Snjallabjalla, ið longu hevur havt opið fyri børnum í 1. flokki, verður frá hósdegnum eisini opin fyri børnum í 2. flokki. Húsið letur eisini upp 25. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald