2019-02-27 19:04
Klaksvíkar kommunu hevur sett Grunnin Mentanartiltøk aftur á skrá. Ætlanin við grunninum er, at borgarar, sum hava eitt áhugavert hugskot um tiltak at fremja innan mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu í ár, hevur møguleika at søkja um mentanarliga stuðul úr grunninum.
Klaksvíkar kommuna skrivar, at umsøknarfreistin at søkja um stuðul til mentanarlig tiltøk er týsdagin 2. apríl 2019 á middegi. Umsøknirnar verða viðgjørdar á fundi í Mentanarnevndini.
Tiltøkini, sum stuðul verður latin til, skulu vera almannagagnlig, fjølbroytt og helst við nýhugsan á mentanarøkinum í víðari merking og fæið er kr. 200.000,-.
Les meir á heimasíðuni hjá kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald