Hósdagin, 10. oktober, er altjóða sálarheilsudagur og í hesum sambandi skipar Klaksvíkar kommuna fyri ymsum tiltøkum hesa vikuna.
Í dag klokkan 17 verður skipað fyri ABC-gongutúri. Gingið verður frá býráðshúsinum og út í grøv. Kommunan bjóðar frukt og vatn aftaná túrin.
Hóskvøldið klokkan 19.30 verður hugnakvøld í býráðshúsinum, har ljós verður varpað á sálarliga heilsu. Á skránni verða ymisk upplegg. Greitt verður m.a. frá, hvussu sálarliga heilsan kann styrkjast. Aftaná bjóðar kommunan drekkamunn.
Hósdagin verður eisini skipað fyri tiltakini í Østrøm í Havn, og í hesum sambandi verður tiltakið stroymað og víst í hølunum hjá Gloym meg ei frá klokkan 13 til 19.
Klaksvíkar kommuna hevur verið samstarvspartur í ABC-verkætlanini fyri sálarligu heilsu síðani 2017.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald