
Klaksvíkar kommuna skal hava nýggjan kommunustjóra. Tummas Eliasen, ið hevur verið kommunustjóri í yvir átta ár nú, fer sambært Kringvarpinum frá fyri aldur.
Á heimasíðu sínari lýsir kommunan starvið leyst at søkja við einari lýsing av ábyrgdarøkjum, uppgávum og kravdum førleikum.
Um starvið skrivar kommunan, at talan er um eitt tignarligt og avbjóðandi starv
- Kommunustjórin er ovasti umsitingarleiðari í kommununi og hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni og menningini av Klaksvíkar kommunu og teimum stovnum, ið eru og koma í økinum hjá kommununi. Kommunustjórin skla tryggja, at uppgávurnar verða loystar á einum høgum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í samstarv við nútímans krøv.
Starvið verður sett frá 1. juli 2021 - umsóknarfreistin er týsdagin 6. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald