Innanlands

Klaksvíkar kommuna sterkt vinarbýarsamstarv við Odense

Umboð frá kommununi hava verið á vitjan í Odense, har vitjað m.a. var hjá Nordatlantisk Hus

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-04-01 17:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Odense kommuna og Klaksvíkar kommuna hava verið vinarbýir í mong ár. Gjøgnum árini hevur verið samstarva um nógv ymisk tiltøk. Seinasta samstarvið var stóra Flaggsiglingin, sum var í Odense í 2019.

Umboð frá kommununi vóru fyrrapartin í gjár á vitjan hjá eitt nú Nordatlantisk Hus, sum hýsir bæði føroyska, grønlendska og íslendska tjóðskapinum.

Føroyingafelagið í Odense er sera virkið og hevur javnan tiltøk, fundir og annað virksemi í húsinum. Starvsfólkini í Norðatlantisk Hus, sum gjøgnum árini hava havt eitt gott samstarv við kommununa, gera nógv burturúr fyri at fáa føroyskt íkast til Odense.

13. apríl verður ein stór páskakonsert í Odense Dómkirkju við Klaksvíkar hornorkestri og seinni í ár eru onnur tiltøk á skrá. Nevnast kann konsert við Jasmin og listaframsýning við Hansinu Iversen.

Í samband við vitjanina hesaferð var tosað um komandi samstørv, sum Klaksvíkar kommuna fer undir í samstarvi við Norðatlantisk Hus.

Eisini kunnaðu tey um, at tey eru farin undir eitt nýtt átak, sum er at geva skúlanæmingum í Odense undirvísing, har fokus er á Føroyar, Grønland og Ísland. Til hesa verkætlan hava tey fingið 400.000 krónur av serstøku játtanini, sum verður veitt til londini í ríkisfelagsskapinum. Harumframt fær Norðatlantisk Húsið 400.000 krónur av føroysku fíggjarlógini, sum hevur til endamál at stuðla uppundir føroyska virksemið í húsinum og hjá føroyingafelagnum á Fyn.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder