Innanlands

Klaksvíkar sjúkrahús tekur ímóti skannaranum í morgin

Týsmorgunin tekur Klaksvíkar Sjúkrahús ímóti 3 Tesla Siemens MR-skannaranum – Skannarin verður avhendaður við Víkavegin, og Klaksvíkar Sjúkrahús vil senda eina inniliga bøn til bilførarar og onnur ferðandi, um at nýta onnur vegastrekkir í tíðarskeiðnum millum kl. 8-11

(Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús)

(Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús)

2024-04-29 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, týsdagin 30. apríl, tekur Klaksvíkar Sjúkrahús ímóti 3 Tesla Siemens MR-skannaranum.

Skannarin vigar 7,3 tons, meðan sjálv MR-kabinan vigar 1,5 tons. 3 Tesla MR-skannarin er 2,45 metur breiður, 2,14 metur høgur og 1,72 metur djúpur.

Skannarin verður avhendaður við Víkavegin týsmorgunin um klokkan átta. Hann verður lyftur oman í garðin hjá sjúkrahúsinum, og eftirfylgjandi verður hann rullaður inn í MR-kabinuna.

– Hetta er ein løta, sum vit øll hava sæð fram til, og hava arbeitt málrættað fram ímóti, skrivar Klaksvíkar sjúkrahús, sum sendir eina inniliga umbøn til bilførarar og onnur ferðandi um at nýta onnur vegastrekkir í tíðarskeiðnum millum klokkan 8-11, so Siemens, saman við fleiri, fær arbeiðsfrið í sambandi við avhendingina.

– Klaksvíkar Sjúkrahús ynskir at takka fyri ta vælvild, ið grannar og onnur hava víst seinastu tíðina, meðan arbeiðið við umbygging hevur staðið á. Somuleiðis takka vit øllum starvsfólkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri tolsemi og fyri at hava rúmað forstýrinum inni í húsinum, í sambandi við umbyggingina, skrivar Klaksvíkar sjúkrahús á Faceook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder