Innanlands

Klaksvíkingar vinna pening upp á asfalt

H.J. Asfalt Sp/f í Klaksvík hevði í fjør eitt avlop upp á 4 milliónir. Seinastu tvey árini eru 9 milliónir lutaðar út til eigararnar í vinningsbýti

(Mynd: H.J Asfalt)

(Mynd: H.J Asfalt)

2022-06-21 23:10 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Tað eru fleiri fyritøkur í Føroyum sum taka sær at asfaltera vegir o.a. Ein teirra er H.J. Asfalt Sp/f í Klaksvík, sum hevur almannakunngjørt roknskapinum fyri 2021 og sum vit her fara at lýsa.

H.J. Asfalt eru kendir fyri at gera stórt og smátt asfalteringsarbeiði runt um í Føroyum. Millum annað asfalteraði felagið nýggja Eysturoyartunnilin.

Roknskapurin hjá H.J. Asfalt Sp/f fyri 2021 vísir, at bruttovinningurin er fallin úr 18,3 mió.kr. í 2020 til 13,6 mió.kr. í 2021, sum er ein minking á 26 prosent. Tað skal tó sigast, at felagið hevið ein sera stóran vøkstur í bruttovinninginum í 2020. Støðið í 2021 liggur kortini væl hægri enn í 2019 og árini frammanundan. 

[object Object]

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt Ebidta, var 6,5 mió.kr. í 2021, móti 10,8 mió.kr. í 2020. Sum sæst á myndini, so er støðið kortini væl hægri enn undanfarin ár, tó undantikið av 2020.

Árið 2021 gav eitt samlað avlop eftir skatt á 4 mió.kr., sammett við 7,4 mió.kr. í 2020, sum áður sagt var eitt óvanliga gott ár. Ársúrslitið 2021 er tó væl hægri enn árini áðrenn 2020. 

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 3 mió.kr. av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigararnar. Samlaði fíggjarjavnin hjá H.J. Asfalt var 16,3 mió.kr. í 2021 samanborið við 22,8 mio.kr. í 2020.

Serliga sæst, at ognir í umferð eru minkaðar úr 15,3 mió.kr. í 2020 til 8,3 mió.kr. í 2021. 

Orsøkin er serliga at tøkur peningur er minkaður úr 13,6 mió.kr. í 2020 til 3,6 mió.kr. í 2021. Áogn frá sølu er økt úr 1,7 mió.kr. í 2020 til 4,7 mió.kr. í 2021.

Støðisognirnar eru í alt 8 mió.kr. í 2021, sum serliga er rakstrarútgerð hjá felagnum.

Eginognin hjá H.J. Asfalt var við árslok 2021 í alt 9,4 mió.kr. íroknað tær 3 mió.kr., sum vóru í uppskoti til vinningsbýti. Trygdarevnið hjá felagnum var 58 prosent, sum verður roknað sum eitt fíggjarliga sterkt felag.  

Felagið hevði við árslok 2021 eina langfreistaða skuld á 128 tkr. sammett við 2,1 mió.kr. í 2020.  

Stuttfreistaða skuldin er eisini minkað úr 8,7 mió.kr. í 2020 til 6,1 mió.kr. í 2021.

Gjaldførið hjá H.J. Asfalt var rímuliga gott við árslok 2021. Gjaldførislutfallið var 134,4 prosent, sum vanliga eigur at verða hægri enn 100 prosent. Tann tøki peningurin hjá felagnum við árslok 2021 var 3,6 mió.kr.

Um hugt verður eftir lyklatølunum fyri H.J. Asfalt kann síggjast at árið hevur verið sera gott bæði fyri felagið og tess eigarar.

Ognaravkastið, sum sigur hvat ið rakstrarúrslitið áðrenn fíggjarpostar var í mun til samlaða fíggjarjavnan, var heili 31 prosent, sum verður mett at vera sera gott.

Lyklatalið var 41 prosent í 2020, men var tá óvanliga gott samanborið við undanfarin ár.

Eginpeningsavkastið, sum sigur hvat úrslitið er í mun til eginpeningin, var heili 76 prosent. Sigast skal eisini at eigarin hevur fingið útlutað 6 mió.kr. í vinningsbýtið í 2020 og 3 mió.kr. í 2021.  

Samanlagt má staðfestast at 2021 roknskapurin hevur verið sera góður hjá H.J. Asfalt Sp/f. 

Høvuðspartaeigari av H.J. Asfalt Sp/f er 01.12.1997 Sp/f í Klaksvík. 

Stjóri í H.J.Asfalt Sp/f er Leif Berg Jacobsen og nevndarforkvinna er Sunnivá Berg Jacobsen, bæði úr Klaksvík.  

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder