Uttanlands

Klandur millum Korea-londini

Órógva hvønn annan við ljóði og ballónum við propaganda og burturkasti

Burturkast úr Norðurkorea er lent í einum rísakri í Suðurkorea (Mynd: EPA)

Burturkast úr Norðurkorea er lent í einum rísakri í Suðurkorea (Mynd: EPA)

2024-06-10 09:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurkorea er nú farið í holt við at seta upp hátalarar, sum skulu senda norðurkoreanska propaganda suður um markið millum tey bæði Korea-londini.

Tað skrivar suðurkoreanska tíðindastovan, Yonhap.

Eftir støðg í seks ár, fór Suðurkorea aftur í gongd við at senda anti-koreanska propaganda gjøgnum radiosignal norður um markið.

Suðurkorea hevði ávarað um, at hetta tiltakið fór at verða tikið uppaftur, um Norðurkorea ikki gavst við at senda ballónir við burturkasti inn yvir markið til Suðurkorea.

Skrelliballónirnar vóru sendar úr Norðurkorea sum svar upp á, at suðurkoreanar hava sent ballónir inn í Norðurkorea við upplýsingum til borgarar í afturlatna landinum. Í ballónum vóru ymist propagandatilfar, frá flogbløðum til geymar, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder