Mentan

Klappjaktin í Trongisvági 130 ár

Siðbundna klappjaktin stórtrívist framvegis og varð eisini fyriskipað í fjør, tá heili 106 harur vórðu skotnar – tað næstmesta nakrantíð

(Mynd: Klappjaktin í Trongisvági)

(Mynd: Klappjaktin í Trongisvági)

2022-02-18 08:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár vóru 130 ár liðin síðan haruveiðan í Trongisvági varð løgd í skipaðar samtyktir.

Á grannastevnu í Trongisvági, hin 17. februar 1892, vórðu samtyktirnar niðurfeldar á pappír og tað var Poul Johannes Lindberg, tilsýnsmaður, ið skrivaði undir. Mett verður, at hara fyrstu ferð varð slept í Suðuroynni, umleið 1860

Øll árini síðan 1892 hevur verið skipað fyri klappjakt í Trongisvági. Siðbundna klappjaktin stórtrívist framvegis og varð eisini fyriskipað í fjør, tá heili 106 harur vórðu skotnar – tað næstmesta nakrantíð.

Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður á Tvøroyrar Skjalasavni, skrivaði í 2012 eina sera áhugaverda grein um klappjaktin, tá felagið fylti 120 ár.

Greinin liggur á virknu heimasíðuni hjá klappjaktini, sí her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder