2021-03-08 16:01

Tað var nær við, at ein persónbilur endaði í Havnará ovarlaga í Gundadali tíðliga í morgun.
Tá koyrt verður niðaneftir Gundadalsvegnum, kann svingið oman í vegateinin Áargeil, sum bindir Gundadalsvegin og ringvegin, koma rættiliga knappliga.
Tað gjørdi tað eisini fyri henda bilin í morgun.
Men girðingin helt, og tíbetur endaði bilurin ikki í ánni, tí rættiliga høgt er omanav.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald