Innanlands

Kláraði ikki svingið

Friðarligt seinasta samdøgur hjá løgregluni

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2025-05-07 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt ferðsluóhapp var í Kollfjarðadali um 10 tíðina fyrrapartin í gjár. Talan var um ein útlendskan bilførara, sum ikki var fyrireikaður upp á at svingið á Oyggjarvegnum oman fyri bensinstøðina er so krapt.

Bilurin koyrdi út av vegnum, men annars hendi einki álvarsligt.

Eitt ferðsluóhapp í Leirvík gekk út yvir tvey vegaskelti. Tað var ein bilur, sum ikki ansaði eftir eini vegoyggj á høvuðsvegnum gjøgnum bygdina, Kulibakki. Bæði skeltini á oynni vórðu jarðløgd.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder