Nú er klárt hjá grønlendingum at fara undir bygging av nýggjum floghavnum í Nuuk og Ilulissat.
Fyrrapartin í dag hava Kim Kielsen, landsstýrisformaður, og føroyingurin Johannus Egholm Hansen, nevndarformaður í Kaalallit Airports, verið á fundi í forsætisráðnum í Keypmannahavn, har avtala varð gjørd.
Avtalan inniber, at danski staturin nú eigur ein triðing av partabrøvunum í felagnum Kalaallit Airport International, skrivar Sermitsiaq. Hetta felagið er eitt dótturfelag hjá Kalaallit Airports, og sum skal standa fyri byggingini av floghavnunum.
Hetta merkir, at arbeiðið nú kann bjóðast út, og ætlandi skulu floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat vera klárar at taka í brúk í 2023.
Kalaallit Airports rokna við at hava avtalurnar við byggifyritøkurnar klárar áðrenn summarfrítíðina, og so kunnu tær fyrstu spreingingarnar vera einaferð í september, skrivar Sermitsiaq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald