Innanlands

Klárt at fara undir røktarheim og røktaríbuðir á Stórabrekku

Býráðið samtykti í gjárkvøldið at broyta almennu byggisamtyktina fyri økið

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-03-25 10:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Býráðið hevur samtykt at byggja nýtt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum í Stórubrekku. Á Stórubrekku eru umleið 24.000 m2 av lendi, sum byggjast kann á.

Økið hevur stórsligið útsýni móti norðuri, eystri og suðri. Økið er óslætt heyggjalendi og liggur út til Dalin Langa, sum er eitt rekreativt øki við gongu/súkklubreyt og uppihaldsøki við Myllutjørn.

Økið, sum er ogn hjá Tórshavnar kommunu, er fevnt av ásetingini fyri A3 øki í 3. grundumráði í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu, sum er lagt til blandaða bústaða- og miðstaðarbygging.

Eitt nýtt røktarheim rúmast ikki innanfyri hesa áseting, tí var neyðugt at broyta almennu byggisamtyktina til D3 øki, ið eru øki sum verða løgd av til stórar almennar stovnar til umsiting, skúlaskap, heilsurøkt og tílíkt.

Tilmælið frá umsitingini var at broyta almennu byggisamtyktina, at farið verður undir at skipa økið við einum røktarheimi og røktaríbúðum, og at farið verður undir at gera eina serstaka byggisamtykt fyri økið.

Hetta varð samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder