
Íbúðirnar á Kneysum á Toftum eru nú lidnar, og í farnu viku sýndi Bústaðir nýggju íbúðirnar – 10 leiguíbuðir og átta lutaíbúðir.
Nes kommuna hevur, undir leiðslu av Teknistovuni í Gøtu, staðið fyri at gera økið byggibúgvið fyri Bústaðir, meðan tað er KBH, sum hevur bygt íbúðarlonirnar.
Sambært Nes kommunu er tørvurin at fáa íbúð sera stórur, og nógv vildu síggja íbúðirnar í farnu viku. Tey, sum fáa møguleika at búgva í nýggju íbúðunum, fáa nú boð frá Bústøðum, skrivar kommunan.
Tey fyrstu kunnu væntandi flyta inn 1. apríl.
Leiguíbúðirnar eru, sambært Bústøðum, í tveimum støddum. Seks av teimum eru 55 m2 til støddar, og hinar fýra eru 78 m2. Lutaíbúðirnar eru allar um tær 75 m2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald