Innanlands

Klárt at flyta inn um trý ár

Prosjekteringin av heiminum fyri børn og ung við autismu, sum er staðsett á Argjum, er nú komið so væl áleiðis, at sjálv byggingin kann bjóðast út um hálvan november. Ætlanin er at fara undir at byggja í apríl komandi ár.

Mynd: Landsverk

Mynd: Landsverk

2019-09-26 17:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Almannaverkið hevur víst á, at tørvur er á einum depli til børn og ung við autismu. Sambært byggiskránni er talan um ein býling, sum er tann fyrsti av sínum slagi. Ynskið er at skapa eitt umhvørvi, ið tekur atlit at og støði í teimum, sum hava autismu. Nýggi býlingurin fer at hýsa eini umlættingareind, eini virkiseind og eini búeind, skrivar heimasíðan hjá Landsverk.

Byggiøkið á Argjum er eitt stórt grundøki á 7.600 fermetrar, ið vendir eystur og vestur. Talan er um eitt grønt øki oman fyri Alberthall við gamla vegin niðan á Hamaran. Lendið er rættiliga bratt, ið merkir týðandi hæddarmun frá lendi til bygning. Útsýnið er tí gott yvir bæði bý, land og hav, sum í sjálvum sær skapar eitt gott umhvørvi til endamálið. Niðanfyri eru góð parkeringsviðurskifti, og til ber at ganga beinleiðis niðan á Glyvursvegin.

Teir ymsu bakkarnir á økinum kunnu vera við til at skapa góð og mennandi uttandura øki til íbúgvarnar í nýggja býlinginum, ið bæði skal nøkta teimum, sum eru illa fyri og teimum, sum koma til umlætting, venjing og í frítíðarskúla.

Fyrr í ár var farið undir høvuðsprosjektið, sum er síðsta liðið í prosjekteringini av verkætlanini.

Sjálv byggingin verður boðin út um hálvan november. Miðjað verður eftir at fara undir at byggja í apríl komandi ár, og eftir ætlan skal vera klárt at flyta inn á sumri 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder