
Um vikuskiftið hevur verið spulað og fryst, spulað og fryst á Biskupstorgi. Nú er skoytubreytin klár og latið verður upp í morgin.
Ymiskar betringar eru gjørdar við undirlagnum, kringumstøður eru betraðar og seinni í ár verður ein skúrur afturat, ið ger umklæðingarumstøðurnar enn betri. Tað sum eisini er øðrvísi í ár er, at handlar er fluttir inn í kjallaran á Biskupstorgi, ið eisini skapar hugna í miðbýnum.
Eins og hini árini kunnu umstøðurnar at skoyta ávirkast av veður og vindi. Tí verða tað eisini dagar í vetur, har neyðugt verður at steingja skoytubreytina.
Tí heitir kommunan á fólk um at fylgja við á Facebooksíðuni.
Skoytubreytin letur upp í morgin klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald