
Nú er aftur klárt at søkja inn til skúlaárið 2022/2023 á Føroya Eftirskúla.
Føroya Eftirskúli sá dagsins ljós í august í fjør og hevur gingið við fullari ferð síðani.
Í ár eru 13 næmingar úr bæði Føroyum, Grønlandi og Danmark. Á skúlanum hava tey møguleika at velja nógvar ymiskar breytir og er ein uttanlandaferð eisini í umbúna. Føroya Eftirskúli fer í næstum eisini at samstarva við danskan eftirskúla bæði um næmingar og praktikantar, skrivar Føroya Eftirskúli í tíðindaskrivi.
Eftirskúlin er uppbygdur eftir klassiskum eftirskúlamynstri har næmingarnir læra at taka ábyrgd av sær sjálvum og mennast sum menneskju og einstaklingar. Næmingarnir búgva sera væl og eru eisini ein partur av sera vælvirkandi samstarvi við 10. flokkarnar í Suðuroynni.
Millum næmingarnir teljast eisini fleiri sum eru børn hjá útisetum og er tað serliga Føroyabreytin, har allar oyggjarnar verða vitjaðar, ið er vælumtókt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald